On 23 February, 2023.
Søstrene Grene tekur við hesum aftur tey seldu eintøkini av: Sage Dawn Soap Bar, Pure Bliss Soap Bar, Geranium Rain Soap Bar.
Afturkallingin fevnir einans um hesi framleiðslunummur: 220829 1, 220830 1, 220831 1, 220831 2.
Vørurnar eru seldar millum 27. desember 2022 og 15. februar 2023.
Tíverri er staðfest, at nøgdirnar av bakterium og mikroverum er ov høgt í vørunum, og tær kunnu tí vera til mikrobiologiskan vanda. Hjá fólki við veikari immunverju, er vandi fyri at fáa bruna.
Øll, sum hava keypt Sage Dawn, Pure Bliss, ella Geranium Rain sápur við hesum framleiðslunumrum: 220829 1, 220830 1, 220831 1, 220831 2, kunnu tí fáa kostnaðin endurrindaðan, við at lata vøruna inn í ein Søstrene Grene-handil – fram til 1 June 2023. Tað er ikki neyðugt at hava kvittanina við.
Søstrene Grene harmast um ampan og eyka ómakin av hesum – og tað verður altíð lagdur stórur dentur á, at tygum kunnu kenna tygum tryggan við at fara til handils hjá Søstrene Grene.
Um spurningar eru viðvíkjandi hesari afturtøku, setið tygum vinarliga í samband við: contact@sostrenegrene.com