On 27 February, 2023.
Søstrene Grene tekur við hesum aftur tey seldu eintøkini av: Roobar Maca Cranberry.
Í vøruni er evnið maca, sum danska matvørueftirlitið nýliga hevur mett at vera heilsuskaðiligt.
Øll, sum hava keypt Roobar Maca Cranberry, kunnu tí fáa endurrindað kostnaðin við at lata vøruna inn í ein Søstrene Grene-handil – fram til 1 Juni 2023. Tað er ikki neyðugt at hava kvittanina við.
Søstrene Grene harmast um ampan og eyka ómakin av hesum – og tað verður altíð lagdur stórur dentur á, at tygum kunnu kenna tygum tryggan við at fara til handils hjá Søstrene Grene.
Um spurningar eru viðvíkjandi hesari afturtøku, setið tygum vinarliga í samband við: contact@sostrenegrene.com