Søstrene Grene tekur við hesum aftur tey seldu eintøkini av: Spælistativ
Vøran er seld frá 1. januar 2020 til 11. juni 2020.
Við tað, at tað er ein vandi fyri, at eitt av beinunum í virkisstativinum kann loysna, meðan ein brúkar tað – við vanda fyri, at tað kann detta á barnið, so tekur Søstrene Grene øll tey seldu eintøkini av virkisstativunum inn aftur fyri at sleppa undan óhappum.
Øll, sum hava keypt eitt virkisstativ, kunnu tí fáa endurrindað kostnaðin við at lata vøruna inn í ein Søstrene Grene-handil – fram til 30. septembur 2020. Tað er ikki neyðugt at hava kvittanina við.
Søstrene Grene harmast um ampan og eyka ómakin av hesum – og tað verður altíð lagdur stórur dentur á, at tygum kunnu kenna tygum tryggan við at fara til handils hjá Søstrene Grene.