Recall

FO – AFTURTØKA AV: Vatnlitir, 12 stk.

On 18 February, 2025.

Søstrene Grene afturkallar hervið: Vatnlitir, 12 stk

Afturtøkan er galdandi fyri eina sending av vøruni, sum bleiv seld frá 29/5-2024 – 13/2-2025. Í hvíta litinum hevur man funnið eina ov høga mongd av blýggi í mun til ásetta markvirðið. Vandi er fyri, at tað er heilsuskaðiligt, um man nertir við tað ella drekkur/etur tað.

Søstrene Grene afturkallar tí vøruna frá hesari sending. Til ber at eyðmerkja sendingina á nummarinum, sum sæst saman við prísinum á pakkitilfarinum (230866).

Øll, sum hava keypt vøruna frá hesari sending, kunnu tískil fáa keypsprísin endurgoldnan ella býta vøruna um við okkurt annað av sama virði í handlinum hjá Søstrene Grene fram til 1/5-2025. Tað er ikki neyðugt at hava kvittanina við. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um man hevur koyrt pakkitilfarið burtur, og man harvið ikki longur kann síggja sendinga-nummarið.

Søstrene Grene harmast um hetta – og arbeitt verður av øllum alvi fyri, at tú aftur kanst kenna teg tryggan, tá tú keypir í Søstrene Grene.

DOWNLOAD PDF

Um tú hevur spurningar um afturtøkuna, set teg so í samband við okkum á contact@sostrenegrene.com