On 18 February, 2025.
Søstrene Grene afturkallar hervið: Vatnlitir, 12 stk
Afturtøkan er bara galdandi fyri nakrar sendingar av vøruni, sum bleiv seld frá 12. september 2022 til 13 februar 2025. Í hvíta litinum hevur man funnið eina ov høga mongd av blýggi í mun til ásetta markvirðið. Vandi er fyri, at tað er heilsuskaðiligt, um man nertir við tað ella drekkur/etur tað.
Søstrene Grene afturkallar tí vøruna frá hesum ávísu sendingum. Til ber at eyðmerkja sendingina á nummarinum, sum sæst saman við prísinum á pakkitilfarinum. Nummrini eru:
230866, 197019, 198467, 208690, 213463, 216944
Øll, sum hava keypt vøruna frá hesari sending, kunnu tískil fáa keypsprísin endurgoldnan ella býta vøruna um við okkurt annað av sama virði í handlinum hjá Søstrene Grene. Tað er ikki neyðugt at hava kvittanina við. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um man hevur koyrt pakkitilfarið burtur, og man harvið ikki longur kann síggja sendinga-nummarið.
Søstrene Grene harmast um hetta – og arbeitt verður av øllum alvi fyri, at tú aftur kanst kenna teg tryggan, tá tú keypir í Søstrene Grene.
Um tú hevur spurningar um afturtøkuna, set teg so í samband við okkum á contact@sostrenegrene.com